2015-04-19 02:28
Í dag var toppdystur á Valloyrini í Sandavági, tá 07 Vestur tók ímóti B68.
Væntast kundi áðrenn dystin, at tað fóru at koma sera fá mál í dystinum, tí áðrenn dystin hevði B68 bert latið tað eina málið ígjøgnum. Tað skuldi eisini vísa seg, at soleiðis fór at verða, tí tað kom bert eitt mál í dystinum.
Tað var Jóannis á Steig hjá 07 Vestur, sum bert eftir fýra minuttir, skoraði einasta málið í dystinum, sum var leiktur á Valloyrini í dag.
Harvið kom 07 Vestur uppá triða plássi í 1. deild, teir eru nú bert eitt stig frá B68, sum er á øðrum plássi.
6. umfar:
6 | 18-04-2015 kl. 16:00 | B36 II | B71 | 0-0 |
6 | 18-04-2015 kl. 15:00 | 07 Vestur | B68 | 1-0 |
6 | 18-04-2015 kl. 14:00 | Víkingur II | NSÍ II | 0-2 |
6 | 18-04-2015 kl. 18:00 | Skála | AB II | 4-1 |
6 | 18-04-2015 kl. 13:00 | KÍ II | MB | 7-0 |
1. deild menn 2015
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Skála | 6 | 5 | 1 | 0 | 19-6 | 16 |
2 | B68 | 6 | 4 | 1 | 1 | 11-3 | 13 |
3 | 07 Vestur | 6 | 4 | 0 | 2 | 15-9 | 12 |
4 | B71 | 6 | 2 | 4 | 0 | 9-4 | 10 |
5 | AB II | 6 | 3 | 1 | 2 | 10-11 | 10 |
6 | KÍ II | 6 | 2 | 0 | 4 | 15-16 | 6 |
7 | NSÍ II | 6 | 2 | 0 | 4 | 7-10 | 6 |
8 | B36 II | 6 | 1 | 3 | 2 | 5-13 | 6 |
9 | Víkingur II | 6 | 1 | 2 | 3 | 7-9 | 5 |
10 | MB | 6 | 0 | 0 | 6 | 4-21 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald