Ítróttur

07 Vestur vann oddadystin móti EB/Streymi

...

2016-08-28 15:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Oddadystur hevur í dag verið við Margáir, har EB/Streymur tók móti 07 Vestur. 07 Vestur skuldi reisa seg eftir taptið í Vági seinast, og EB/Streymur hevði undan dystinum tryggja sær pláss í EFFO-deildini til komandi kappingarár.

07 Vestur byrjaði dystin betri og kom á odda eftir 13. min. tá ið Tóki á Lofti skoraði. Tá ið góður hálvur tími var leiktur, fekk EB/Streymur eitt brotsspark, og tað umsetti Ragnar B. Danielsen til mál, og javnaði til 1-1. Lítla løtu seinni var Andras Olsen óheppin, og gjørdi sjálvmál, og 07 Vestur kundi fara til hálvleiks við einari 1-2 føring

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður so hevði Petur Dalbø økt um leiðsluna fyri 07 Vestur. Eftir 54. min. skoraði Martin Tausen fyri 07 Vestur og støðan var 1-4. Í yvirtíðini fekk EB/Streymur aftur brotsskpark, og tað skoraði Leif Niclasen uppá, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 2-4 til 07 Vestur.

Nú fýra dystir eru eftir at leika hevur EB/Streymur 58 stig, og við sigrinum í dag kemur 07 Vestur uppá 56 stig. Nummar trý í 1. deild FC Suðuroy, vann sín dyst 2-1, og koma teir uppá 42 stig. FC Suðuroy hevur leikt ein dyst færri enn EB/Streymur og 07 Vestur. Tað skal ganga sera illa hjá 07 Vestur um teir ikki skulu flyta upp, um FC Suðuroy vinnur sínar dystir, so koma teir uppá 57 stig, sum er eitt fleiri enn hvat 07 Vestur hevur nú teir mangla fýra dystir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder