Ítróttur

07 Vestur vann oddadystin á B71

...

2015-05-10 04:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var odda dystur á Valloyruni í Sandavági í dag, tá 07 Vestur tók móti B71. 

Sí myndir frá dystinum her.

Tað var B71 ið legði best fyri, og eftir 13. minuttir spæl, legði Ari M. Olsen B71 á odda 0-1. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, kundi Gunleif Olsen javnað fyri 07 Vestur, tá hann var settur at taka brotsspark, men Símun Rògvi Hansen í B71 málinum bjargaði skotinum frá Gunleif. Tì kundi B71 fara til hálvleiks við einari 1-0 leiðslu.

07 Vestur fekk eina dreyma byrjan uppá seinna hálvleik, tá Mikey Minutillo bara 3. minuttir inní seinna hálvleik javnaði til 1-1. Tá 62. minuttir vóru spældir, fekk 07 Vestur aftur brotsspark, og hesuferð var Holgar Durhuus settur at taka, og hann takkaði fyri áliti og legði 07 Vestur frammum 2-1. Lítla løtu seinni var Mikey aftur á rætta stað, og avgjørdi dystin, tá hann skoraði til 3-1, sum eisini var endaliga støðan.

Hini úrslitini í 1. deild í dag

B36 - NSÍ 0-5

KÍ - Vìkingur 1-0

Skála - MB 5-1

B68 - AB 3-0

Støðan

Nr.
Lið
DVJTMálS
1
07 Vestur
10
8
0
2
27-11
24
2
Skála
9
7
1
1
26-9
22
3
B68
9
6
1
2
16-5
19
4
B71
9
4
4
1
13-8
16
5
AB II
9
4
2
3
14-16
14
6
NSÍ II
10
4
0
6
19-14
12
7
KÍ II
9
4
0
5
21-17
12
8
B36 II
9
1
4
4
7-25
7
9
Víkingur II
9
1
2
6
7-14
5
10
MB
9
0
0
9
5-36
0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder