2016-03-12 21:10
07Vestur.fo skrivar: Hóast hart arbeiði skuldi til, gjørdist tað ein greiður, uppiborin sigur við Djúpumýru í Klaksvík móti KÍ dag. Bæði mál okkara komu í 2. hálvleiki, og tað var Holgar, sum gjørdist tvímálsskjútti.
Byrjanaruppstillingin:Ivan Stojkovic; Jóanis á Steig, Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Torstein Mýlingstind; Pætur G. Dalbø (Gunleiv, 65.), Martin Tavsen; Holgar Durhuus, Høgni E. Nielsen, Solomon Kwao (Jákup S., 65.); Søren B. Nielsen (Bjarni, 87.).
Eyka: Silas Eyðsteinsson, Bjarni Dalsgaard, Jákup S. Olsen, Gunleif Magnusarson, Emil Mikkelsen
Líkindini vóru av teimum allarbestu í dag. Við dystarbyrjan var eitt lítið lot og nakrir dropar, men bæði hvurvu sum dysturin leið.
Í byrjanaruppstillingini vóru heili 4 leikarar, sum ikki høvdu spælt skrásettan dyst fyri 07 Vestur áður: Ivan, Martin, Solomon og Søren fingu sostatt sína debut.
Vit løgdu okkum á alt spældi frá fyrsta bríksli, hóast vit ikki skaptu nógvar stórar møguleikar. Tann størsti kom rættiliga tíðliga. Høgni smeyg sær ígjøgnum úti í høgra borði. Komin aftur móti baklinjuni legði hann flatt innfyri, har Holgar kom stormandi móti fremru stong. Lukkutíð fyri heimaliðið, fekk ein verjuleikari tánna á, beint sum Holgar skuldi smekka bóltin í meskarnar.
Tveir hálvmøguleikar fingu vit afturat. Fyrst við einum frálíkt spældum álopið. Sigtór fann Jóannis frammi í vinstru síðu. Jóannis legði inn fyri við fyrstu nerting aftur móti handaru stong, haðani Solomon legði inn aftur í feltið. Holgar legði seg afturav og saksasparkaði, men bólturin fór júst við síðuna av.
Hin kom eftir enn eitt innlegg frá Jóannisi. Hesu ferð var tað Søren sum legði av, men innarusíðuskotið frá Høgna fór beint framvið.
Annar hálvleikur byrjaði har hin slepti. Nú royndi heimaliðið tó at standa longri frammið. Hetta gav okkara møguleikan at spæla djúpt, og í tveimum førum, innanfyri fyrst 5 minuttirnar, hevði verið vandamikið, um ikki linjuverjin veittraði fyri rangstøðu.
Í staðin varð tað heimaliðið, ið fekk størsta møguleikan. Innlegg kom úr okkara vinstru, og mitt í brotsteiginum vóru teir púra leysir. Fyrsti fekk tó ikki skot á. Annar smekkaði, men bólturin brast í stongina og so út til Sølva, sum fekk ruddað vekk.
Um tað var hetta, sum gjørdi at okkara brádliga spældu við meira intensiteti skal verða ósagt. Tað gekk bert lítil løta, so vóru vit á odda.
Fyrsta málið kom eftir frálíka sending uppum teirra vinstra bakk, frá sera væl spælandi Martin Tausen á verjukenda miðvøllinum. Torstein fekk fatur á sendingini og trekti móti baklinjuni. Haðan sendi hann bótlin innfyri til Holgar, sum ikki ivaðist, men skallaði sítt fyrsta mál fyri dagin.
Áðrenn vit skoraðu aftur, 10 minuttir seinni, skiftu vit Solomon og Pætur út. Í teirra stað komu Jákup S. Olsen og Gunleif Magnusarson.
Annað málið kom úr hinari síðuni. Søren fekk ein bólt aftur móti baklinjuni. Hann spældi Jóannis, sum sendi bóltin eftir jørð til Holgar. Holgar var tá staddur mitt í brotsteiginum, ein 10 metrar úti. Hann fekk tíð og rúm at temja, venda sær og plasserað bóltin við síðuna av selda málverjanum.
Eftir hetta var dysturin avgjørdur. Heimaliðið hevði ongantíð havt nakað at bjóða uppá, reint spælmessiga og vit kontrolleraðu dystin.
Vit royndu nakrar ferðir at fáa 3. málið, serliga var tað Torstein, sum kom framvið av sínum bakkplássið, og royndi seg við innleggum. Hann fekk eisini loyst eitt skot av móti nærmastu stong, men málverjin fekk fingraspíssarnar á.
Dysturin endaði eisini við tveymálsigri til okkum. Og tey 3 stigini er alt, sum telur, nú í byrjanini av kappingini.
Leygardagin um eina viku eru tað FC Suðuroy sum standa fyri skotum, á okkara heimavølli á Dungasandi í Sørvági. Síggjast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald