Ítróttur

07 Vestur vann á EB/Streymi - Suðringar nýtt oddalið

...

2017-04-23 17:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta vikuskiftið er 5. umfar í EFFO-deildini leikt, tann fyrsti dysturin var í gjár, og hinir fýra hava verið í dag.

Dysturin í gjár var millum Skála og ÍF, hann endaði málleysur.

07 Vestur var í dag á vitjan við Margáir, har EB/Streymur tók ímóti. 07 Vestur vann dystin 0-2 eftir hálvleikstøðuna 0-1. Ken Fagerberg skoraði fyrsta málið, og Jákup Sveinbjørn Olsen skoraði til 0-2.

Í Gøtu tók Víkingur móti KÍ, tann dysturin endaði 2-2 Har Víkingur fyrst gjørdi sjálvmál, síðani javnaði Fróði Benjaminsen fyri Víking til 1-1. Atli Danielsen legði KÍ á odda 1-2, og Adeshina Lawal javnaði til endaliga úrslitið 2-2.

Í Runavík tók NSÍ móti HB, har vann NSÍ 1-0 við málið frá Klæmint Olsen.

Við Stórá tók nýggja felagsliðið TB/FCS/Royn móti B36, og var tað eisini B36 í kom best frá byrjan, Patrik Johannesen skoraði bæði til 0-1 og 0-2. Sìðani gjørdu Suðringar eitt ordiligt comeback Jón Krosslá Poulsen minkaði um munin til 1-2, síðani javnaði sami maður við brotssparkið til 2-2. Poul Ingason stútaði bóltin í málið til 3-2, og harvið eru Suðringar nýtt oddalið.

Støðan eftir 5. umfør.

1. TB/FCS/Royn 12 stig

2. Víkingur 11 stig

3. KÍ 7 stig

4. NS?? 6 stig

5. HB 6 stig

6. ÍF 6 stig

7. 07 Vestur 6 stig

8. B36 4 stig

9. EB/Streymur 4 stig

10. Skála 3 stig.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder