Ítróttur

07 Vestur vann 8-4 á NSÍ

...

2016-05-14 21:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar:Annan dystin á ræð spældu okkara menn við nærum avmonteraðari hondbremsu, og tað bleiv so eisini aftur høgt undirhaldsvirði og 8 mál. Mál okkara skutu Søren (4), Jákup (2) og Holgar og Tóki hvør sítt.


Byrjanaruppstillingin:Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig, Sigtór A. Petersen, Gunleif Magnusarson, Torstein Mýlingstind; Petur G. Dalbø, Martin Tausen; Hørður Johansen (Tóki), Jákup Sveinbjørn Olsen (Høgni, Holgar Durhuus; Søren Nielsen (Fríði).

Eyka: Rói Hansen, Høgni E. Nielsen, Fríði S. Joensen, Tóki á Lofti

Vit byrjaðu beinanvegin at skapa møguleikar, fyrst tvey innlegg, har okkara menn vóru júst ov stuttir, men brádliga lág bólturin í meskunum. Tað var Søren, sum, úr einum 20 metrum, smekkaði til uttan at tað vardi nakran. 1-0.

Bert lítla løtu seinni var 2-0: Holgar tók langt innkast til Søren. Søren tók bóltin niður inni í brotsteiginum, hart pressaður, og legði av til Jákup. Jákup tók nøkur skritt til vinstru og plasseraði bóltin í vinstra síðunet við vinstra beini.

Áðrenn 3-0 málið, hevði Holgar ein risa møguleika. Tað var Søren, sum legði bóltin djúpt og Holgar kom einsamallur við málverjanum, kanska nakað spískt, men málverjin stórbjargaði við einari hond.

Triðja málið kom beint eftir. Vit og heimaliðið stríddust at fáa fatur á bóltinum umleið miðjuna. Tað endaði við at Jákup fekk trýst bóltin fram til Søren. Søren bleiv taklaður tvær ferðir, men fekk lagt bóltin fyri føturnar á Holgar, sum í aðru ella triðju atløgu fekk pláss at skjóta, og so varð 3-0.

Tá 24 minuttir vóru farnir stóð 4-0. Málið kom eftir at Gunleif hevði fingið fatur á bóltinum langt afturi á okkara hálvu. Hann fekk pláss at føra bóltin fram, og inn á hina hálvuna, haðan hann legði bóltin beint uppum seinasat verjuleikaran, og so varð Søren einsamallur við málverjanum. Og hann skoraðu púra tryggur.

Áðrenn vit fingu 5. málið í 1. hálvleiki, minkaði heimaliðið um munin. Teir komu í álop og inn í brotsteigin. Tveir av okkara lótu seg snýta av eini skotfintu, og so fekk einsamalli áloyparin tíð at leggja bóltin upp í handara horn til 4-1.

Málið til hálvleikstøðuna 5-1, varð reint samba. Petur kom fangaði eina avlevering frammi á vøllinum og skallaði til Holgar. Petur helt á fram út í høgru síðu, og Holgar fekk, í luftini, hælin á, og latið Peturi bóltin aftur. Petur legði síðan inn fyri til Søren, sum fekk pláss og tíð at leggja bóltin áðrenn hann setti hann í netið.

Fyrri hálvleikur má sigast at verða góðkendur, við 5, til deils væl spældum, málum, hóast tað hevði verið upptrekk til arrogansu í verjupartinum. Hetta hevði tó bert kosta eitt mál.

Men í øðrum hálvleiki sluppu vit ikki líka lætt. Frá byrjan sóu okkara leikarar ikki út til at taka vespurnar í álvara, og so spældu teir sær sjálvsálit.

Og, eftir eini tveir-tríggjar stórar møguleikar, minkaðu teir um munin. Tað kom eftir uppspæl í okkara høgru, síðan bóltin tvørturum og har kundi ein meira ella minni ópressaður sparka bóltin framvið Ivan til 5-2. Vit øktu aftur løtu seinni, men tað var ikki fyrr enn heimaliðið høvdu havt ein góðan møguleika, sum Ivan tó bjargaði.

6-2, og 4. og síðsta frá Søren fyri í dag, kom eftir at ein stikning frá Hørði til Holgar. Holgar fekk gott pláss í høgru og legði eina perfekta avlevering eftir jørð til handaru stong, har Søren, kanska nakað spískt, setti bóltin í tóma netið.

Vit øktu enn eina ferð, til 7-2. Vit fingu skot á, málverjin hálvbjargaði, og Holgar spældi bóltin út til sera væl spælandi Jákup, sum hamraði bóltin upp undir nettakið.

Fleiri ferðir høvdu vespurnar hótt óskipaðu og sløsutu verju okkara, og eftir 7. mál okkara fingu teir so tvey mál. Tað fyrsta uppá ein driblitúr inn i brotsteigin og so avlevering uppá tvør. Tað seinna uppá langa avlevering, sum Ivan bert fær boksa út til nærmasta NSÍ-ara, sum einfalt kundi seta bóltin í tóma málið. Og so varð 7-4.

Vit fingu tó síðsta orðið. Bólturin kom niðan í høgru síðu, haðan vit spældu uppá tvørs til Tóka á Lofti, sum spældi sín fyrsta dyst í dag. Hann var fullkomuliga leysur á fimm-metrinum, og skoraði trygt til 8-4.

Hetta var ein sera løgin dystur. Vit spældu til tíðir sera gott álopspæl, sum so eisini resulteraði í 8 málum. Hinvegin varð spælið ofta arrogant og yvirlegið. Tað resulteraði so eisini í sera nógvum feilum og heili 4 málum ímóti. Og tað eiga vit ikki at kunna liva við.

Leygardagin spæla vit aftur útidyst. Vit vitja tá AB á Argjum. Koyrið á 07 Vestur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder