Ítróttur

07 Vestur vann 7-1 á AB

...

2016-08-06 17:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag hevur fult umfar verið leikt í 1. deild. 

Á Dungasandi tók 07 Vestur móti teimum næstbestu av Argjum. Ikki kann sigast annað enn, at 07 Vestur sendi argjafrensarnar aftur til Argir við einum stórtapið. 07 Vestur vann dystin 7-1, eftir hálvleikstøðuna 3-0.

Tað var annars Holgar Durhuus ið byrjaði málveitsluna á Dungasandi tá ið hann skoraði til 1-0 eftir 19. min. Søren Nielsen økti til 2-0 eftir 35. min. Beint fyri hálvleik var Holgar aftur á rætta plássið og skoraði til 3-0.

Stutt inní seinna hálvleik økti Tóki av Lofti til 4-0, og eftir 68. min. skoraði Tóki sítt seinna mál til 5-0. AB fekk eitt brotsspark, sum Gunnar Haraldsen skoraði uppá eftir 75. min. Bara tveir minuttir seinni økti 07 Vestur aftur um leiðsluna tá ið Rói Hansen skoraði til 6-1. Søren Nielsen staðfesti sigurin beint fyri dystarlok, og skoraði til 7-1.

Hini úrslitini


HB - FC SUÐUROY 2-4

VÍKINGUR - EB/STREYMUR 1-6

NSÍ - GIZA HOYVÍK 1-2

B71 - KÍ (Vit vita ikki úrsliti frá hesum dystinum.)

Støðan: 

Nr.
Lið
DVJTMálS
1
EB/Streymur
20
16
4
0
76-15
52
2
07 Vestur
20
16
2
2
66-25
50
3
FC Suðuroy
19
10
3
6
41-28
33
4
Giza Hoyvík
20
10
2
8
43-33
32
5
NSÍ II
20
10
0
10
47-58
30
6
KÍ II
18
8
1
9
36-38
25
7
HB II
20
6
3
11
43-56
21
8
Víkingur II
19
5
3
11
27-42
18
9
AB II
20
2
4
14
16-57
10
10
B71
18
1
4
13
21-64
7

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder