Í kvøld hevur grannauppgerð verið á MB-Arena í Miðvági, tá MB tók móti 07 Vestur. Tað var samstundis botnur móti toppi ið møttust.
Tað sást eisini aftur, at tað var toppur móti botni, tí MB legði seg beinavegin langt aftur á vøllin, og tað gjørdi tað samstundis nógv lættari hjá 07 Vestur, sum fer eftir fer vóru í álopi.
Eftir 17 minuttir eydnaðis tað Jákup F. Hansen at skora, tá hann fekk høvdið á bóltin eftir eitt fríspark úr høgru síðu, og so var 1-0 til gestirnar. Bara tríggjar minuttir seinni økti 07 Vestur um leiðsluna, tá ið Holgar Durhuus skoraði til 2-0. Góðar fimm minuttir fyri hálvleik er Holgar aftur á rætta plássinum, og skorar til 3-0. Liðskiparin hjá felagsliðnum - Gunleif Olsen - settið punktum fyri fyrra hálvleik, tá hann í yvirtíðini skoraði uppá brotsspark. 4-0 til 07 Vestur var eisini hálvleiksstøðan.
MB kom betri við í seinna hálvleiki, og leingi sá út til, at seinni hálvleikur fór at enda við javnleiki, men Jóannis á Steig vildi vinna meira - góðar fimm minuttir fyri tíð setti hann punktum fyri dystin, tá ið hann skoraði til endaligu støðuna 5-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald