Ítróttur

07 Vestur vann 4-2 á Giza/Hoyvík

...

2016-01-23 22:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo:07 Vestur spældi í morgun 2. venjingardystin í ár móti nógv styrkta uppflytaranum úr Hoyvík. Martin Tavsen legði okkum framum og 0-1 varð eisini hálvleikstøðan. Hini trý mál okkara skoraðu Jákup Sveinbjørn Olsen, Uni F. Nielsen og Holgar Durhuus.


Liðið:Silas Eyðsteinsson; Hørður Egilsson, Sigtór A. Petersen, Niels Mouritsen, Fríði S. Joensen; Petur G. Dalbø, Martin Tavsen, Holgar Durhuus; Torstein Mýlingstind, Solomon Kwao, Sølvi Egilsson.
Eyka (allir komu inn): Jákup S. Olsen, Høgni E. Nielsen, Hanus Nielsen, Bjarni Dalsgaard, Jens Rasmussen, Teitur Olsen, Rói Hansen, Uni F. Nielsen, Jóannis á Steig, Hørður Johansen.

Nógvar broytingar vóru í byrjanaruppstillingini í dag, í mun til seinasta leygardag, men okkara leikarar vóru greitt betra liðið. Vit fingu bert eina málið í fyrra hálvleiki, og tað var eisini tað fyrsta hjá Martin Tavsen síðan skiftið úr TB. Vertirnir vóru ikki skrásettir fyri nakran málmøguleika.

Í øðrum hálvleiki, eins og vanligt, komu allir 10 inn av bonkinum. Tað loysnaði eisini við málum, vit trý og vertirnir 2, so endaliga úrslitið gjørdist ein 4-2 sigur til okkum.

Næsti venjingardystur verður leygardagin tá vit taka móti dagsins mótstøðumonnum, í fyrsta dystinum á heimavølli í ár. Lýst verður seinni, hvar dysturin verður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder