2015-06-16 03:32
07vestur.fo skrivar: Unglingar hitaðu upp til hálvfinaluna, sum verður komandi mánakvøld, við góðum sigrið á KÍ í Klaksvík í kvøld. ??ll málini komu í fyrra hálvleiki, og tað varð Høgni E. Nielsen, ið skoraði bæði okkara mál.
Liðið: Silas Eyðsteinsson; Asbjørn Heðinsson, Niels Mouritsen, Fríði S. Joensen, Hørður Egilsson; Jóannis á Steig (L), Teitur Olsen, Dann Fróðason, Høgni E. Nielsen, Jógvan Sigurð Hattarstein, Rói Hansen
Eyka (allir komu inn): Tollak Búason, Martin Dam, Heini Berglíð.
Spælt varð bert eitt korter, tá ið Jóannis á Steig trekti framvið einum KÍ'ara heilt afturi móti baklinjuni inn í brotsteigin. Har bleiv hann feldur, og so var brotspark. Høgni E. Nielsen varð settur at skjóta, og so var 1-0 til okkum.
Annað málið kom bert góða løtu seinni, og aftur varð tað Høgni, ið skoraði, hesa ferð við einum skallara. Beint fyri hálvleik fingu vertirnir eitt mál, so hálvleikstøðan var 2-1 til 07 Vestur.
Hóast bert eitt-málsleiðslu, gjørdist tað ongantíð spennandi. Heimaliðið megnaði ikki at gera nakað við okkara unga lið. Vit høvdu meira spæl og eisini onkrar møguleikar at økja, serliga móti endanum, tá vit raktur tvørtræið.
Hetta má sigast vera góðkend upphiting til komandi dyst, sum verður mánadagin um eina viku. Tá skulu vit til Runavíkar, at spæla hálvfinalu í steypakappingini, móti NSÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald