Ítróttur

07 Vestur vann 2-1 á NSÍ

...

2015-04-29 02:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld tók besta liðið hjá 07 Vestur ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ. Upprunaliga skuldi hesin dysturin spælast tann 4. juli, men av tí at liðskiparin (Gunleif Olsen) hjá 07 Vestur skal giftast tá, var dysturin framskundaður til í kvøld.

Sí myndir frá dystinum her.

Tað var 07 Vestur ið byrjaði betri á Valloyrini í Sandavági í kvøld, teir høvdu leikliga yvirvág teir fyrstu 20 minuttirnar, men so tók NSÍ yvir eina lítla løtu, men tað var ikki leingi, at NSÍ var omaná, í 25. minutti var Gunleif Olsen á rætta stað, eftir at eitt hornaskarp endaði í trunkaspæli, Gunleif fekk fótin á bóltin, og málverjin hjá NSÍ kláraði ikki at halda skotinum, so var 1-0 til 07 Vestur. 07 Vestur var nú omaná restina av fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 1-0

Liðini byrjaðu javnt í seinna hálvleiki, tey høvdu hvør sín málmøguleika, men tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, fekk Gunleif aftur mál, men dómarin kolldømdi tað. Tá 10 minuttir restaðu í, fekk NSÍ eitt fríspark beint uttanfyri brotsteigin hjá 07 Vestur. Meinhard E. Olsen var settur at taka, og hann gjørdi ikki mætari enn at seta frísparki beinleiðis í netið. Nú sá leingi út til, at dysturin fór at enda við javnleiki. Nakrar fáa minuttir fyri leiklok gjørdis mótbrekkan hjá 07 Vestur tyngri, tá Ásmund Hansen fekk beinleiðis reytt kort - hann trakaði á ein liggjandi NSÍ-leikara. Í yvirtíðini fekk Holgar Durhuus eitt heldur bíligt brotsspark fyri 07 Vestur. Liðskiparin Gunleif var settur at taka,  hann takkaði fyri álitið og skoraði til endaligu støðuna 2-1.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder