Ítróttur

07 Vestur vann 12-1 á Sandi

...

2016-10-01 13:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur hevur verið á vitjan á Sandi hjá B71 í dag, og sigast má at 07 Vestur hevur sett eitt ordiligt punktum fyri hetta kappingarárið, tí teir vunnu nemliga 12-1 á B71.

Longu eftir 15. min. var støðan 4-0 til 07 Vestur, við málum frá Holgar Durhuus, Martin Tausen, Holgar Durhuus og Petur Dalbø. Holgar kom fýra mál tilsamans í dystinum, tá hann skoraði bæði til 5-0 og 6-0. Torstein Mylingstind økti til 7-0. Martin Tausen fekk sítt seinna mál tá hann skoraði til 8-0. B71 minkaði um munin til 8-1. Gunleif Magnussarson skoraði til 9-1. Til endan setti Søren Nielsen punktum fyri dystin við einum hattricki til 10-1, 11-1 og 12-1.

Hetta er størsti sigurin hjá 07 Vestur í søgu felagins.

07 Vestur er nú oddalið í 1. deild við 65 stigum, og EB/Streymur hevur 64 stig, teir hava tó ein dyst færri, sum teir skulu leika klokkan 15. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder