Ítróttur

07 Vestur ungdómur samlaði 60.500,- til børnini á barnaheiminum

...

2017-05-13 08:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: Í gjár skipaði 07 Vestur fyri stuðulsrenning til frama fyri ungdómin í felagnum og børnini sum búgva á barnaheiminum.

??ll hava tikið sera væl undir við tiltakinum, sum var tað fyrsta av sínum slagi hjá 07 Vestur. Tiltakið verður afturvendandi ljóðar tað frá fyriskiparunum.

Tá øll høvdu runnið í gjár, komu tey aftur í 07 Vestur húsið til eina hugnaløta, har børnini fingu sunnkist og frukt. Foreldrini sum eisini vóru vælmannaði, fingu kaku og kaffi.

Kl.16 kom umboð fyri børnini á barnaheiminum, og børn í felagnum hjá okkum handaðu henni ein kekk áljóðandi kr.60.500,-

Hon greiddi frá hvussu ómetaliga fegin tey vóru um hetta tiltak, og legði eina við, at peningurin fór óskerdur til børnini sum búgva á barnaheiminum. Tey ætlaðu møguliga at fara at ferðast fyri pengarnar, og eisini lá í kortunum at skipa fyri einum ítróttardegi har børnini sluppu at royna seg innan alskyns ítrótt.

Vit eru sera stolt av at eiga so nógv røsk børn í okkara felagið. Vit gleða okkum longu til komandi ár tá vit aftur fara at endurtaka hetta brakið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder