Ítróttur

07 Vestur truplan heimadyst móti KÍ

...

2016-05-26 22:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 (Upptakt: 07 Vestur - KÍ) Leygardagin taka 07 Vestur móti KÍ, sum hava vunnið tveir teir seinastu dystirnar. Heimaliðið er tó eisini í stórformi, við 21 málum seinastu trý umførini. Væntandi verður tað bæði spennandi og undirhaldandi á Dungasandi kl. 12:00.

07 Vestur hevur veruliga fingið gongd í málskjótingina, so nógva gongd á, at seinastu trý umførini eru skotin heili 7 mál í miðal. Fleiri hava luttikið í málskjótingini og vit eiga nú bæði toppskjúttan í deildini og tríggjar í topp 6. Søren, sum hevur yvirhálað Gunleif sum toppskjútta í deildini, hevur skotið 10 mál eftir bert 465 minuttum á vøllinum. Tað er bert gott og væl ein hálvleik pr. mál, og nógv tað besta miðaltalið í bæði EFFO og 1. deild.

Annars koma bæði mál og upplegg til mál allastaðni av vøllinum, so sigast má, at venjaraparið, høvuðsvenjarin Hegga Samuelsen, og hjálparvenjari hansara, Jens Erik Rasmussen, veruliga hava loyst gátuna um manglandi málini frá undanfarnu kappingarárum, við 40 málum eftir 11 umfør.

Skaðastøðan hevur ikki verið so góð undanfarnu umførini, og tað gongur helst fitt av tíð, áðrenn vit hava alt fólki aftur. Tað gongur tó rætta vegin: Solomon er byrjaður at luttaka í venjingini, Emil er eisini uppií, meðan Sølvi so smátt er byrjaður at renna aftur.

24 leikarar hava luttikið á besta liðið okkara higartil í ár, og breiddin er rættiliga góð. Hópurin er eisini væl samanskrúvaður, við tað at vit nú hava fingið nakrar leikarar mitt í tjúðunum. Miðalaldurin er soleiðis kvinkaður uppeftir, og tað hevur heilt víst givið útslag í stabilari úrslitum. Miðalaldurin á hesum 24 leikarunum, er 22,3, meðan miðalaldurin á teimum fyrstu 11 seinastu umførini, liggur um 23.

Klaksvíkingar koma vestur við góðum sjálvsálitið eftir tveir sigrar upp í slag, hóast tað er móti HB og B71, sum liggja heilt niðarliga í kappingini.

Hópurin hjá KÍ er rættiliga ungur, og tað er tíðiligt, at hetta er eitt lið fyri ungar leikarar í menning. Nakrir royndir leikarar eru tó ímillum, sum Jógvan Isaksen, Henri Heinesen og Steffan Kalsø. Ein tann farligasta hóttanin hjá KÍ, kemur tó frá unga áloyparanum Jóannes Danielsen, sum hevur skotið 7 mál uppá bara 8 dystir.

KÍ liggja nú mitt á tabellini, við einum dysti færri enn vit. Hetta er helst eisini har, ið KÍ kann væntast at liggja, og tað eiga teir eisini at vera væl nøgdir við. 

Men ungir leikarar eru svangir, tað vita vit, og tí er einki at ivast í, at vit fáa sterka mótstøðu leygardagin. Og eru vit ikki fult fokuseraðir uppá uppgávuna, kunnu klaksvíkingar brádliga spæla okkum eitt puss.

Koyri á 07 Vestur!

Dystir hjá 07 Vestur um vikuskifti:

28. mei:
1. deild spælir í Sørvági móti KÍ kl 12:00
2. deild spælir í Sørvági móti Royn kl 15:00
3. deild spælir í Sørvági móti B36 b kl 18:30
GU17 spæla í Miðvági móti Víkingi (tíðspunkt væntar)
DU16 spæla í Gøtu/Leirvík móti Víkingi (tíðspunkt væntar)
DU14 a spæla í Havn móti HB c kl 18:30
DU14 b spæla í Sørvági móti B36 d kl 09:00
GU14 spæla kapping í Sandavági kl 13:00
DU12 a spæla kapping í Sandavági kl 15:00
DU12 b spæla kapping í Sandavági kl 17:00
GU12 a spæla kapping í Klaksvík (tíðspunkt væntar)
GU12 b spæla kapping í Tvøroyri (tíðspunkt væntar)
DU8 a/b spæla kapping í Sandavági kl 11:30
DU8 c/d spæla kapping í Sandavági kl 10:15
GU8 a/b/c spæla kapping í Sandavági kl 09:00

29. mei
2. deild kvinnir spæla í Havn móti B36 (tíðspunkt væntar)

30 mei
U18 spælir í Havn móti HB 19:30

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder