2016-09-25 13:04
Í gjár skrivaði Torstein Mýlingstind, ið er ein av mest leikandi leikarum okkara, nýggjan sáttmála. Kvívíkingurin hevur spælt við 07 Vestur líka síðan stovnanina og hevur spælt á besta liðinum mestsum alla tíðina síðan fyrsta dystin í 2010.
23-ára gamli Torstein, við 143 dystum á besta liðinum, hevur veruliga verið við at myndað 07 Vestur síðan hann fekk fyrsta dystin á besta liðinum í næstseinasta umfarinum í 2010, sum bert 17 ára gamal. Árið eftir spældi fleiri dystir á besta liðinum, umframt fleiri á 2. liðið.
Viljasterki bakkurin hevur spælt meginpartin av dystunum á høgra bakki. Í fjør og fyrraárið, var hann tó mest at síggja longur frammi, bæði sum fremsti maður, men eisini á kantunum. Og tað megnaði hann eisini, og hevur skotið tilsamans heili 23 mál tilsamans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald