Sunnudagin kl. 16:00 byrjar kappingarárið, sum vit so leingi hava glett okkum til. Fyrstir í gongd eru menninir í 1. deild, og síðan byrja kappingarnar hjá yngru deildunum. ??ll eru hjartaliga vælkomin til fyrsta dystin, sum verður leiktur á Valloyruni í Sandavági.
Í ár hava 07 Vestur tilmeldað yvir 30 lið til kappingarnar og, á hesum liðum, spæla út við 500 leikarar úr øllum økinum, sum fevnir um allar bygdirnar í Vágum, og narkar av bygdunum í Norðurstreymoy, Vestmann, Kvívík og Leynar.
07 Vestur bleiv stovnað í novembur 2007, og síðan hevur felagði staðið í støðugari menning. Í fyrstuni við fáum liðum, í samstarvi við onnur, til nú, eitt heilt sjálvstøðugt felag - eitt av teimum størstu í landinum.
Málið hjá 07 Vestur er, eins og frá byrjanini, at samaeina alt økið fyri at kunna bjóða øllum íðkandi eitt tilboð, passandi til evnir og ambitónir, so vit kunnu bjóða av í føroyskum fótbólti, heilt upp í toppin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald