Ítróttur

07 Vestur tapti 4-1 fyri EB/Streymi

...

2015-02-19 05:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
07 Vestur hevði í kvøld vitjan av EB/Streymi. Dysturin var leiktur á Valloyruni í Sandavági.

07 Vestur(4-5-1): Petur Meinhard Magnussen - Sigtór A. Petersen, Jákup F. Hansen, Ásmund Hansen, Sjúrður Ellefsen - Gunleif Olsen, Jovan Radinovic-Panic; Jóannis á Steig, Holgar Durhuus, Høgni E. Nielsen -Torstein Mýlingstind.

Eyka (allir komu inn í 2. hálvleiki): Jákup Sveinbjørn Olsen, Uni F. Nielsen, Hørður H. Johansen, Fríði S. Joensen.
 
EB/Streymur(4-5-1: Jákup Højgaard - Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógvi E. Nielsen, Jóhannes Hansen - Jan á Høgaryggi, Arnar Dam, Brian Olsen, Niels Pauli B. Danielsen, Rasmus Dan Sørensen - Leif Niclasen


Sambært heimasíðuni hjá 07 Vestur so var fyrri hálvleikur rættiliga javnur, nakrir fáir møguleikar báðar vegir, men annars hendi ikki tað stóra, uttan at EB/Streymur fekk kontra seg til eitt mál, sum Jan á Høgaryggi skoraði eftir tvey persónlig mistøk frá 07 Vestur.

Miðskeiðis í øðrum hálvleik eyðnaðist gestunum at finna pláss mitt fyri, har fingu teir eisini skapt fleiri møguleikar. Tríggir av hesum endaðu í málinum, harav tvey vóru rímiliga løtt - einmansavrik mitt eftir, sum Niels Pauli B. Danielsen, Leif Niclasen og Hanus Olsen fingu.

07 Vestur fekk pyntað um úrslitið, tá Uni F. Nielsen sleit seg leysan í høgru síðu og fekk hart skot á. Málverjin fekk bert parerað, og retururin endaði fyri føturnar á Holgari Djurhuus, sum skoraði í tóma málið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder