Ítróttur

07 Vestur tapti 3-1 móti AB

...

2015-04-13 02:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur var og vitjaði næstbesta liðið hjá AB, sum bæði spæla í 1. deild. Roknast kundi við, at 07 Vestur helst fór at vinna dystin, tí teir spældu sera væl móti EFFO-liðnum hjá argjamonnum í steypakappingini fyrr í vikuni.

Men í 16. minutti fekk AB eitt brotsspark, sum Karstin Højgaard skoraði uppá og legði sostatt AB á odda 1-0. Bert fýri minuttir seinni javnaði Sølvi Egilsson til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Eitt korter inní seinna hálvleik, legði Dan í Soylu AB aftur framum, tá hann skoraði til 2-1. Bjartur Kjærbo kundi staðfesta sigurin, tá hann eftir 69. minutti legði AB tvey mál framum, og endaligu støðuna 3-1.

Tað hevur við sær. at 07 Vestur nú liggur á einum fjórða plássið, fýra stig upp til Skála, sum er á odda í deildini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder