Ítróttur

07 Vestur tapti 2-0 móti Skála

...

2015-02-06 04:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 vestur hevur í kvøld verið á vitjan hjá Skála, har liðini hava leikt ein venjingardyst.

Sambært heimasíðuni hjá 07 Vestur, so var tað felagsliðið úr Vágum, ið hevði bóltin meira gjøgnum allan dystin, men tað eydnaðist ongantíð gestinum at koma fram til teir heilt stóru møguleikarnar, 07 Vestur skrivar, at teir bert komu til tveir hálvmøguleikar.

Skála dúvaði uppá mótálop, og við tveimum málum, eitt miðskeiðis í fyrrahálvleiki sum Jákup Johansen stóð fyri, og hitt frá Brian Jacobsen beint eftir steðgin, kláraði heimaliðið at vinna dystin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder