Ítróttur

07 Vestur styrkt seg um álopspartin

...

2016-11-22 15:16 Author image
placeholder

Vágaliðið spílar seg út til bestu deildina við spennandi svenskum áleypara.

07 Vestur hevur gjørt 2 ára sáttmála við ongan minni enn 27 ára gamla svenska áleyparan Ken Fagerberg, ið hevur spælt nærum 100 dystir í donsku superligaini, har hann hevur skotið mál fyri eitt nú FC Midtjylland, AC Horsens og Viborg, innan leiðin gekk aftur á heimleiðin og til svenska Assyriska.

Ken Fagerberg byrjarði annars sína yrkisleið í svenska Orgryte í 2007, har FC Midtjylland fekk eyga á óføru fótbóltsevnini og keyptu leikaran fyri ikki minni enn 15 mió krónur. Og komandi ár trýnur so Ken Fagerberg í svørtu 07 Vestur blusuna, har hann uttan iva verður óførur fongur hjá samansetta Vágaliðnum.

07 Vestur eru longu byrjaðir at venja til komandi ár og kemur kviki og sterki áleyparin at flyta heim til Føroyar ein av fyrst komandi døgunum, fyri at venja saman við sínum nýggju liðfeløgunum. Ken flytir til Sørvágs saman við unnustuni og teirra nýføðingi.

Vit í 07 Vestur ynskja Ken vælkomnum í felagið, tað skrivar 07 Vestur á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder