Ítróttur

07 Vestur styrkir miðverjuna við leikara úr Svøríki

...

2016-12-05 19:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur hevur í dag gjørt sátmála við miðverjuleikara, og er talan um 27 ára gamla svenskaran Petter Bjӧrlund frá Ljungskile í Superettan, skrivar 07 Vestur í kvøld

Petter hevur sín fótbóltsuppruna í IFK Gӧteborg og, umvegis Vestra Frӧlunda, er hann endaður í Ljungskile, har hann hevur leikt síðani 2012.

Petter hevur verið fastur fúsur í miðverjuni hjá Ljungskile og hevur leikt 95 dystir fyri felagið. Komandi ár verður tað so í 07 Vestur-búnanum, og í Effo deildini, at Petter kemur at gera seg galdandi.

Petter verður lýstur sum ein sterk og skjót verjukempa, ið gongur á odda saman við sínum viðleikarum. Petter kemur til Sørvágs í januar mánaði.

07 Vestur ynskir Petter vælkomnan til felagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder