Ítróttur

07 Vestur spælir á Valloyruni - MB skal til Havnar

...

2015-06-20 03:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í morgin verður 16. umfar í 1. deild í fótbólti hjá monnum leikt. 

Á Valloyruni í Sandavági tekur 07 Vestur ímóti næstbesta liðnum hjá AB. Liðini hava leikt einaferð móti hvørjum øðrum hetta kappingarárið, tá vann AB heldur óvænta 3-1. Dysturin byrjar klokkan 15:00, les upptaktini hjá 07 Vestur her.

MB skal til Havnar, har teir skulu á vitjan hjá næstbesta liðnum hjá B36. Seinast liðini møttust, vann B36 ein tepran sigur á 3-2.

Hinir dystirnir.
Víkingur II - B68, klokkan 14:00.
Skála - B71, klokkan 15:00.
KÍ II - NSÍ II, klokkan 17:30.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder