2016-06-15 22:55
(Upptakt) Toppdystur verður leygardagin kl. 15:00 á Dungasandi, har vit hava møguleikan at hevna vánaligu úrtøkuna á útivølli móti EB/Streymi, hóast til tíðir sannførandi spæl.
Vit hava spælt tveir dystir móti EB/Streymi í ár, men úrtøkan er heldur soltin við tapi og javnleiki. Tað fyrra í steypakappingini, har vit taptu 2-1 og so vikuna eftir, tá vit fingu javnleik. Okkara leikarar hava tí møguleikan at prógva sínar dygdir.
Hegga og Jens Erik hava ikki gjørt nógvar broytingar seinastu umførini, men í 4-0 sigrinum á FC Suðuroy leygardagin, fingu vit so endiliga Emil Mikkelsen og Solomon Kwao á vøllina aftur. Tískil eru bert Sølvi Egilsson, sum er ivasamur til dystin, og Hanus Nielsen, sum vegna brot á beini í fótinum, ikki verður klárur enn. Ongar karantenur eru.
Gestirnir úr sundalagnum hava verið flúgvandi seinastu umførini, og vunnu heili 9-2 seinast leygardag móti B71. Teir hava eins og vit, vunni allar sínar dystir, síðan 1-1 javnleikin okkara millum 1. mei.
Eftir dystin leygardagin yvirhálaði Leif Niclasen hjá EB/Streymi okkara Søren Nielsen á toppskjúttalistanum. Leif hevur nú skotið 13 mál, eitt fleiri enn Søren.
EB/Streymur hevur eisini eitt lið við væl meira rutinu enn vit, bæði við leikarunum við fleiri royndum úr bestu deildini og eisini við miðalaldri. Miðalaldurin í hópinum (teimum sum hava fingið spælitíð) er 24,55, hjá okkum er hann 22,6 ár.
Alt hetta er sjálvandi uttan týðning, tá liðini bresta saman leygardagin. Sum sagt, hava gestirnir fingið meira burturúr fyrr dystunum í ár hóast vit høvdu uppiborið betri. Vit skulu nú vísa, at vit kunnu taka av møguleikanum.
Koyrið á 07 Vestur!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald