07vestur.fo skrivar: Sum ein liður í arbeiðinum at skapa bestu karmarnar fyri menning av leikarum, hevur 07 Vestur í kvøld yndirskrivað avtalu við roynda málmansvenjaran Kaj Niclasen, sum skal standa á odda fyri allari málmansvenjing í felagnum.
Kaj Niclasen er búsitandi í Havn og hevur seinastu árini staðið fyri málmansvenjingini hjá HB, umframt at hann eisini hevur vant málmenn á ymsum av yngru landsliðunum.
Hjá 07 Vestur kemur Kaj at taka sær av øllum málmonnunum í felagnum, í tøttum samstarvi við venjararnar annars, og arbeiðið byrjaði longu í kvøld, saman við málmonnunum á 1. liðinum.
Leiðslan í felagnum og høvuðsvenjarin fegnast um at ein slíkur kapasitetur verður at finna her hjá okkum, og vit gleða okkum um, at vit nú kunnu bjóða málmonnum okkara eitt gott og virðiligt tilboð.
Vælkomin í 07 Vestur og góða eydnu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald