2014-12-31 04:30
07vestur.fo skrivar: Tíðliga sunnumorgunin undirskrivaðu 07 Vestur og Uni Falkvard Nielsen sáttmála fyri 2015, so ungi sandavágsdrongurin heldur fram í svarta búnanum.
18-ára gamli álopsleikarin hevur longu spælt tvey ár við vaksnu liðunum hjá 07 Vestur, eftir at hann fekk frumdyst sín í 2012 á 2. liðið. Fyrsta dystin á besta liðinum fekk hann árið eftir, í 19. umfarið á heimavølli móti B36 í EFFO-deildini, tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Í ár spældi hann fleiri dystir í 1. deild, har hann eisini fekk fyrsta mál sítt við Margáir í mei. Umframt dystir í 1. deild spældi hann flest allar dystirnar í unglingadeildini og 3. deild, har hann eisini var liðskipari fleiri dystir.
Vit eru fegin um at Uni hevur undirskrivað sáttmála, og vit ynskja honum og felagnum góða eydnu komandi kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald