Ítróttur

07 Vestur og Torstein halda fram

...

2014-11-08 19:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hóskvøldið, eftir leikarafundin, varð nýggj avtala skrivað ímillum 07 Vestur og Torstein Mýlingstind úr Kvívík, toppskorara okkara í fjør.

21-ára gamli Torstein fekk longu frumdyst sín á besta liðinum í 2010 og hevur síðan verið nærum fast maður á besta liðinum, bæði í 1. deild og EFFO-deildini, umframt at hann hevur nógvar dystir fyri 2. lið. Í alt eru tað blivnir 114 dystir í vaksnu deildunum.

Hóast hart arbeiðandi og viljasterkikvívíkingurin stórt sæð bert hevur spælt í verjuni ella sum vongur, var roynd gjørd at flyta hann fram í álopið miðskeiðis júst farna kappingarárinum. Hetta má sigast at hava eyðnast væl og hann endaði við at gerðast toppskorari okkara við 11 málum.

2015 verður sostatt 6. árið í vaksnamannadeildini hjá bert 21 ára gamla Torstein í 07 Vestur, og vit ynskja honum og felagnum tillukku og blíðan byrð! skrivar  07vestur.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder