Ítróttur

07 Vestur og Skála leiktu javnt

...

2017-03-05 17:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinasti venjingardysturin á hesum sinni endaði málleysur. Bæði liðini løgdu størstan dentin á verjuspæl og satsaðu ikki nógv fyri at vinna dystin. Málmøguleikarnir vóru nærum eingir, so málleysur javnleikur varð eisini rætta úrslitið.

Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson (Gunleif), Petter Bjørlund (Martin), Petur G. Dalbø (Tór-Ingar); Janus S. Samuelsen, Høgni E. Nielsen; Jóannis á Steig (Jákup), Holgar Durhuus, Torstein Mýlingstind; Ken Fagerberg.

Eyka: Silas Eyðsteinsson, Gunleif Magnusarson, Martin Tausen, Tór-Ingar Akselsen, Jákup S. Olsen, Teitur Olsen, Niels Mouritsen.

Umstøðurnar at spæla dystin vóru hampuligar. Nakað av vindi var omaneftir vøllinum, og tað darvaði spælinum eitt sindur. Tað var turt nærum allan dystin.

Bæði liðini fingu skot á innanfyri 5 minuttir. Fyrst var tað Sølvi, sum fekk vinstra beini á, eftir at skálamenn royndu at fáa bóltin vekk aftaná horna. Skotið fór við síðuna av. Minuttin eftir vóru tað gestirnir, sum royndu við langskoti, les meira á 07Vestur.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder