Ítróttur

07 Vestur og Sjúrður undirskrivað sáttmála

...

2015-01-28 03:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar: 07 Vestur og Sjúrður Ellefsen undirskrivaðu í gjárkvøldið sáttmála fyri 2015. Royndi miðvallarin var ein av mest spælandi leikarunum í fjør og vit gleðast um at hann tekur enn eitt ár í felagnum.


33-ára gamli miðvallarin spældi heili 26 dystir í fjør, 25 í 1. deild umframt tann eina í steypakappingini og skoraði 4 mál. Sjúrður spældi á fleiri plássum á miðjuni og so eisini nakrar dystir á høgra bakki.

Tilsamans hevur Sjúrður spælt 68 dystir í EFFO-deildini og 147 í 1. deild, har hann eisini hevur skotið 20 mál.

Umráðandi er, at royndu leikararnir halda áfram at spæla og vit gleðast um at Sjúrður hevur gjørt sáttmála við felagið.

Hjartaliga tillukku og blíðan byrð!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder