Ítróttur

07 Vestur og Silas gjørt avtalu fyri 2015

...

2014-11-04 04:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar: Í kvøld hava 07 Vestur og Silas Eyðsteinsson undirskrivað sáttmála, ið inniber, at ungi málverjin verður partur av hópinum eisini komandi kappingarár.


Silas Eyðsteinsson fekk fyrsta dyst sín á besta liðið okkara á Argjum í marts í ár, bert 16 ár, 1 mánaða og 16 dagar, og gjørdist harvið yngsti leikari nakrantíð, sum hevur spælt á besta liðinum.

Ungi sandavágsdrongurin hevur eisini spælt á yngru landsliðunum, og í heyst gjørdi hann veruliga um seg og varð kosin besti føroyski leikari í kappingini í Írlandi.

Vit í 07 Vestur eru sera stolt av at eiga tílíkar evnaríkar leikarar, og vit gleða okkum at síggja meira til Silas.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum og vit ynskja Silas og 07 Vestur blíðan byrð!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder