Enn ein av garvaðu leikarunum, Sigtór A. Petersen, hevur sett undirskrift á avtalu fyri komandi kappingarár. Sigtór hevur spælt 100 dystir fyri 07 Vestur heilt síðan felagið varð stovnað.
Júst farna kappingarár var 5. árið, 26 ára gamli Sigtór spældi fyri 07 Vestur. Hesa tíðina, síðan, heilt síðan felagið varð stovna áðrenn kappingarárið 2008, hevur hann spælt akkurát 100 dystir.
Hetta árið var tað málríkasta hjá Sigtóri, sum var fluttur fram í álopið miðskeiðis í kappingarárinum. Vanliga hevur hann spælt í vinstru síðu, antin á bakkplássinum ella á miðjuni. Hann gjørdist 3. besti málskjútti við 9 málum, tríggjar ferðir so nógv sum í besta áður, 2008. Hann hevur nú skotið 14 mál íalt fyri felagið.
Fyri felagið hevur tað alstóran týðning, at vaksnu leikararnir halda fram. Vit fegnast tí um at Sigtór ynskir at verður við okkum framyvir og ynskja tillukku við avtaluni, tað skrivar 07Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald