Ítróttur

07 Vestur og Petur gjørt avtalu

...

2015-01-29 04:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar: Mánakvøldið gjørdist greitt at Petur Gullstein Dalbø heldur fram í 07 Vestur. Petur byrjar sostatt triðja árið hjá okkum, síðan hann skiftið frá Víkingi í 2013.


Petur, sum gerst 24 ár í marts, kom vestur at spæla, eftir at hann flutti til Vestmanna í samband við, at hann hevur lisið á Fiskivinnuskúlanum. Síðan hann kom vestur hevur hann eisini verið ein av stuðulsleikarunum, við 54 dystum í tvey ár.

Fyrsta árið, tá 07 Vestur leiktu í EFFO-deildini í 2013, spældi Petur flestu dystirnar á høgra bakki - onkran einstakan høgru megin á miðjuni - men í fjør spældi hann nærum allar dystirnar í miðverjuni. Hansara tryggleiki á bóltinum og góðu førleikar í uppspælinum hava eisini verið sera umráðandi í spælistílinum hjá nýggja venjaranum, Hegga.

Vit ynskja Peturi tillukku við sáttmálanum, og vóna at hann heldur leingi á hjá okkum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder