Ítróttur

07 Vestur og Kristian Joensen gjørt sáttmála

...

2015-03-17 01:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri løtu síðan kundi formaðurin í 07 Vestur, Hendrik Olsen, á leikarafundi, avdúka, at felagið í dag hevur gjørt avtalu við málverjan Kristian Joensen, tað skrivar 07vestur.fo í kvøld.


Formaðurin sigur í stuttari viðmerking, at tá møguleiki varð at fáa ein av bestu føroysku málverjunum til felagið, varð sjálvsagt handlað skjótt. Kristian byrjar at venja við hópinum í morgin, og er sostatt klárur til dystin leygardagin.
22-ára gamli Kristian Joensen er tó ikki heilt ókendur í felagnum. Í 2011 spældi hann 15 dystir við 07 Vestur, eftir at Hans Jørgensen gjørdist langtíðarskaddur. Kristian var tá leigaður úr barndómsfelagnum NSÍ.
Samstundis hava 07 Vestur og Petur Meinhard Magnussen valt at uppsiga sínamillum sáttmálan. Petur Meinhard hevur vart málið hjá 07 Vestur í fjør og tveir teir fyrstu dystirnar í ár.

Les eisini: 

07 Vestur og Jákup F. Hansen eisini undirskrivað avtalu.

Rói Danielsen aftur í AB.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder