2014-12-14 17:14
Í vikuni gjørdist eisini greitt, at enn ein av evnaríku leikarum okkara hevur bundið seg til felagið komandi tvey árini, tá Jóannis á Steig skrivaði tvey-ára sáttmála.
17-ára gamli Jóannis var ein av teimum, sum veruliga fekk møguleikan í ár, har hann spældi nærum hvønn dyst, teir allar flestu á vinstra bakki, men, í bygjandini, eisini onkran vinstru megin á miðjuni. Tað blivu heili 26 dystir í 1. deild og ein í steypakappingini. Umframt hetta spældi Jóannis fleiri dystir í 3. deild og við unglingum.
Spennandi verður at fylgja Jóannis komandi kappingarárini, og vit ynskja honum tillukku og góða eydnu, tað skrivar 07Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald