2015-10-14 21:01
07 Vestur: Ein av mest spælandi leikarunum í 07 Vestur hevur júst longt sáttmálan. Jákup Sveinbjørn Olsen kemur sostatt at spæla komandi kappingarár, sum eisini verður hansara 6 ár á besta liðið felagsins.
Jákup Sveinbjørn, sum bleiv 21 ár í síðstu viku, hevur longu spælt 5 ár á besta liðinum, og, íroknað dystir allar skrásettar dystir í aðru, fyrst og Effo-deildini, eru tað blivnir heili 130 dystir. Afturat tí koma umleið 40 dystir í 3. deild í ár og í fjør.
Ungi miðvallarin bleiv eisini kosin Ársins Stjørnuskot í 2013, eftir eitt sera gott kappingarár í EFFO-deildinid, har hann, við 27 dystum, varð ein av lyklaleikarunum.
Vit ynskja Jákupi Sveinbjørn og 07 Vestur tillukku og blíðan byrð!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald