2014-12-29 04:43
07Vestur.fo skrivar: Um miðnáttarleitið í gjárkvøldið, fingu vit í 07 Vestur eina seinkaða jólagávu, tá Holgar Durhuus úr Vestmanna undirskrivaði sáttmála við felagið, og harvið vendir aftur til barndómsfelagið, eftir eitt ár í útlegd.
22-ára gamli vestmenningurin hevur spælt øll árini her vesturi, inntil hann avgjørdi at royna seg á Skála í ár, eftir at vit fluttu niður í 2013. Hesi árini hevur Holgar spælt heili 129 skrásettar dystir fyri 07 Vestur og skotið 45 mál. Holgar spælir mest á framrættaðu plássunum, men hevur roynt nærum øll pláss á vøllinum.
Vit eru sera glað fyri, at Holgar hevur valt at koma heim aftur og gleða okkum at síggja hann í svørtum komandi kappingarár.
Hjartaliga tillukku og vælkomin heim!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald