Ítróttur

07 Vestur og Høgni til 2016

...

2014-12-09 03:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar: Í kvøld hava 07 Vestur og Høgni Egilstoft Nielsen undirskrivað sáttmála, sum inniber, at Høgni spælir við 07 Vestur tvey tey næstu árini.


17-ára gamli miðvallarin úr Sandavági var ein av teimum leikarunum, sum farna kappingarárið gjørdust fastir á besta liðinum hjá 07 Vestur. Hann spældi 24 dystir í 1. deild, umframt fleiri dystir á U18-liðinum og í 3. deild.

Høgni hevur eisini spælt á yngru landsliðinum, bæði á U15 og U17, har hann hevur verið meira ella minni fast inventar.

Í 07 Vestur fegnast vit um at Høgni hevur undirskrivað sáttmála, og vit ynskja honum tillukku!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder