2013-08-16 04:21
Í kvøld hava 07 Vestur og Høgni Egilstoft Nielsen skrivað sáttmála fyri restina av kappingarárinum og fyri 2014. Bert 16 ára gamli miðvallarin hevur júst spælt fyrsta dystin og vit gleða okkum at síggja meira!
Høgni gjørdist yngst leikari nakrantíð at fáa frumdyst sín á besta liðinum, tá hann kom inn sunnudagin móti B36. Evnaríki miðvallarin er eisini av berandi kreftunum á okkara dreingjaliðið, ið berjist í oddinum í bestu dreingjadeildini, umframt á U16 landsliðinum.
Vit ynskja Høgna tillukku og blíðan byrð, skrivar 07Vestur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald