Ítróttur

07 Vestur og FC Suðuroy býtt um heimadyst

...

2016-06-08 12:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur og FC Suðuroy hava gjørt avtalu um, at dysturin í 13. umfarið, har FC Suðuroy átti heimadyst, verður býttur um, soleiðis at 07 Vestur hava heimadyst á Country-festivalinum komandi leygardag.


07 Vestur átti annars heimadyst móti FC Suðuroy í 22. umfarið tann 20. august, men, eftir áheitan frá 07 Vestur, sum ynskti at leika á heimavølli meðan Sørvágs Country- & Bluesfestivalur verður, varð avtala gjørd um at býta um.

Dysturin verður helst leiktur tíðliga seinnapart og mest sannlíkt er, at dysturin verður leiktur í Miðvági. Nærri kunning seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder