Ítróttur

07 Vestur og Dann Fróðason skrivað sáttmála

...

2016-09-24 20:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo: Eitt av bjartastu talentum okkara, 16-ára gamli Dann Fróðason úr Sandavági, hevur í dag gjørt sáttmála við 07 Vestur. Tillukku!

Dann, sum bleiv 16 í vár, hevur fingið sínar fyrstu minuttir á besta liðinum, fyri aðru ferð í dag, hevur annars eisini spælt fleiri dystir á 2. liðið, umframt at hann er ein av stuðulsleikarunum á unglingaliðinum. Ungi sandavágsmaðurin var eisini á føroyameistaraliðið okkara í futsal seinasta vetur.

Dann hevur sera nógvar streingir at spæla uppá, og tað hevur eisini sæst í ymsu rollunum hann røkir á ymsum liðum. Á unglingaliðinum og eisini á U16, hevur hann spælt ofta á miðjuni ella eisini í álopinum, men á ungdómslandsliðunum og okkara 2. liðið, hevur hann ofta spælt í miðverjuni.

Spennandi verður í øllum førum at fylgja við menningini. Enn eina ferð tillukku!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder