Ítróttur

07 Vestur og Beinir skrivað avtalu

...

2014-12-13 04:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar: 07 Vestur og Beinir Guttesen úr Bø hava undirskrivað eina 1-ára avtalu, sum umfatar, at Beinir heldur fram at spæla við 07 Vestur.

18-ára gamli miðvallarin, sum eisini kann spæla í álopinum, hevur fingið sínar fyrstu minuttir á besta liðinum í ár. Fyrstu ferð var í 1. umfarið í kappingini um Løgmanssteypið móti KÍ í Klaksvík, har Beinir kom inn tá eitt korter var eftir. Mikudagin eftir kom hann so inn í 1. deild fyri fyrstu, móti B36 í Havn.

Høgi og skjóti bíggjarmaðurin pikkar av álvara uppá dyrnar á besta liðinum, umframt at vera fastur fúsur á øðrum liðið.

Vit gleða okkum til framhaldið - Tillukku og góða eydnu!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder