Ítróttur

07 Vestur og B71 spældu javnleik

...

2015-02-09 16:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur var á vitjan hjá B71 leygardagin, har liðini leiktu venjingardyst, tað er nú júst ein máni til landskappingin fer í gongd. 

Sambært heimasíðuni hjá 07 Vestur, so var dysturin ein endurtøka av spælinum á Skála, har felagsliðið hevði bóltin meginpartin av tíðini, men teir komu ikki til teir heilt stóru møguleikarnar. 

Tað var B71, sum legði seg á odda við einum frísparki, eini 30-35 metrar úti frá málinum, sum  Gunnar Lydersen tók. B71 fór til hálvleiks við leiðsluni 1-0.

Í seinna hálvleiki kláraði felagsliðið úr Vágum at javna við málið frá Holgar Durhuus, endaliga úrslitið gjørdis 1-1.

Liðini møtast longu aftur leygardagin, tá tey spæla venjingardyst á Valloyruni í Sandavági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder