Ítróttur

07 Vestur og Ásmund undirskrivað sáttmála

...

2014-11-26 04:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld hava 07 Vestur og Ásmund Hansen skrivað sáttmála, sum inniber, at Ásmund spælir við 07 Vestur komandi kappingarár.

22-ára gamli miðvingurin hevur spælt við 07 Vestur síðan 2012, og hetta verður sostatt fjórða árið sterki miðvallarin spælir í svørtum. Ásmund hevur hesi trý árini spælt 70 dystir og skotið 5 mál.

Hóast Ásmund enn er bert 22 ár, er hann ímillum rutineraðu harrarnar á liðið okkara, og vit gleðast sjálvandi yvir, at hann heldur fram.

Tillukku og blíðan byrð, skrivar 07vestur.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder