Ítróttur

07 Vestur longt sáttmálan við Magna Selfoss

...

2015-10-17 14:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Greitt er nú, at Magni Selfoss heldur fram í 07 Vestur, eftir at hann hevur longt sáttmálan við felagið. Magni spældi umleið ein triðing av dystunum á besta liðinum í ár, umframt fleiri dystir á 2. liðið.

Magni kom aftur til felagið áðrenn júst farna kappingarár, eftir 4 ár í MB. Magni spælir mest á vinstra bakki ella vinstrumegin á miðjuni, har hann hevur fingið harða kapping í ár. 8 Dystir á besta liðinum blivu tað til, hóast hann aloftast var í hópinum til dyst.

Vit ynskja Magna tillukku og eitt gott komandi kappingarár!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder