KÍ skrivar: Dysturin ímillum bestu U16 liðini hjá K?? og 07 Vestur á Djúpumýru seinnapartin fekk ein sera keðiligan enda, tá ein 07 Vestur-leikari miðskeiðis í 2.hálvleiki small um og var uttan vit í fleiri minuttir. Men við hjálp frá hjartastartara og nógvum góðum hondum fekst lív aftur í unga dreingin, og sjúkrabilurin var eisini skjótur á staðnum. Støðan er stabil, og drongurin verður nú sendur víðari av sjúkrahúsinum her og til Landssjúkrahúsið. Leikarinir hjá báðum liðunum eru sjálvsagt chokeraðir, og eru í løtuni samlaðir í Húsmøðrafelagnum, har teir fáa mat og drekka frá felagnum og eisini sálarliga fyrstuhjálp. Tað vóru fleiri á staðnum, ið handlaðu sera skjótt, og fingu hjálpt(og hjálpa enn!) og felagið vil inniliga takka hesum fólki. Tað er sera umráðandi, tá lív stendur uppá spæl at standa saman, og at man arbeiðir skjótt, og hetta varð gjørt. Vit senda okkara tankar og bønir út til leikaran, familju hansara, bæðini liðini, venjarar og felagið 07 Vestur, og vóna at hann kemur fyri seg aftur skjótast gjørligt. Dysturin varð avblástur, og endaði 7-0 til K??; í sllíkum førum verður fótbólturin skúgvaður til viks.
Les eisini: U16 leikarin hevur tað eftir umstøðunum gott.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald