Ítróttur

07 Vestur kann gerðast silvurvinnari hjá unglingum

...

2016-10-09 10:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar: Við sigri móti Víkingi í dag, kunnu okkara unglingar gerðast silvurvinnarar. ??ansæð er greitt at bronsumerkini eru komin í hús, eftir javnleikin ímillum B36 og NSÍ í gjár. Dysturin móti Víkingi verður Leirvík í dag, sunnudagin, kl. 17.


Støðan í FM endaspælinum áðrenn síðsta dyst okkara, er, at vit liggja á 3. plássi, 1 stig framman fyri B36, sum hava spælt allar sínar dystir. 2 stig eru upp til HB, sum skulu spæla móti AB í dag kl. 13. Vinnur AB, fara vit framvið HB, uppá 2. pláss, um vit sigra á Víkingi.

Vit hava spælt móti Víkingi á heimavølli í endaspælinum, eitt brak av einum dysti, sum vit vunnu 6-3. Vit vóru á odda 2-0 í hálvleikinum. Tá 70 minuttir vóru leiktir javnaðu víkingar til 3-3, men frá 82. til 94. minutt skoraðu vit trý mál og fingu soleiðis ein góða sigur í hús.

Í innleiðandi bólkaspælinum vóru vit eisini í bólki saman við Víkingi. Á heimvølli vunnu vit 3-1, meðan útidysturin endaði 1-1. Vit endaðu tvey stig frammanfyri Víking í innleiðandi bólkinum og komu víðari sum nr. 2.

Koyrið á 07 Vestur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder