Ítróttur

07 Vestur hevur vunnið báðar dystirnar higartil

...

2017-02-18 15:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í dag er VFF kappingin í fótbólti, og tað hevur gingið væl hjá 07 Vestur higartil í kappingini, teir hava leikt tveir dystir og vunni báðar.

Fyrri dysturin var móti KÍ, og vann 07 Vestur tann dystin 2-0, Janus Samuelsen skoraði bæði málini.

Seinni dysturin var móti HB, og vann 07 Vestur tann dystin 1-0, Ken Fagerberg skoraði tað málið.

07 Vestur hevur tveir dystir eftir í bólkaspælinum, og eru teir móti Giza/Hoyvík og felagsliðnum í Suðri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder