Ítróttur

07 Vestur hevur sett royndan venjara

...

2016-10-27 19:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur hevur í kvøld havt leikarafund, og har kundi formaðurin, Jim Sonni Guttesen, í 07 Vestur avdúka at 07 Vestur hevur sett Trygva Mortensen sum venjara.

Jón Nordendal sigur við JN.fo, at Trygvi Mortensen riggar væl inní 07 Vestur, tí hann er ein venjari ið hevur nógvar royndir, og dugir hann væl at arbeiða við ungum leikarum. 07 Vestur hevur bygt eitt ungt lið upp seinastu árini, og tað skal hann arbeiða víðari uppá, sigur Jón.

Trygvi er 49 ára gamal, og hevur hann verið venjari í 207 dystir í bestu deildini.

07 Vestur hevur sett sær høgt mál til komandi kappingarár, og ætla teir at koma upp í topp fýra næsta kappingarár, sigur Jón við JN.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder