Ítróttur

07 Vestur hevur gjørt sáttmála við tveir ungar spælarar

...

2017-07-12 19:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur hevur gjørt sáttmála við tveir ungar evnaríkar spælarar. Talan er um ein norðmann, sum eitur Pál Fjelde og ein sum er ættaður úr Miðvági men uppvaksin í Danmark talan er um John Frederiksen.

John Frederiksen er ættaður úr Miðvági har bæði pápin og mamman er frá, men hann er uppvaksin á Bornholm í Danmark. John hevur verið partur av U-17 og U-19 landsliðnum hjá Føroyum, og hevur hann eisini verið til venjing hjá U-21 landsliðnum. 

John hevur seinast spælt við Fredriksborg, hann hevur eisini spælt við FCK. John hevur hug at royna seg í Føroyum nú, og hevur hann og 07 Vestur tí gjørt avtalu. John er 202 cm langur, og spælur sum 10'ari og kantur. 

Hin er 22 ára gamli Pál Fjelde, sum er norðmaður. Pál er verjuleikari / defensivur miðvallari. Hann hevur seinast spælt í næstbestu deildini í Skotlandi við St. Mirren. Hann er annars uppvaksin í Viking í Stavanger, hann hevur eisini roynt seg í Bryne. 

07 Vestur sær nógv í hesum báðum evnaríku leikarnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder