Ítróttur

07 Vestur gjørt sáttmála við Mikey Minutillo

...

2015-04-02 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stutt undan at flytingarvindeyga stongdi, gjørdi 07 Vestur avtalu við Michael S. Minutillo, ella Mikey, sum hann vanliga verður róptur. Í gjár, beint fyri dystin, komu so arbeiðsloyvið uppá pláss, og Mikey fekk sínar fyrstu minuttir í svarta búnanum, tað skrivar 07vestur.fo.

23-ára gamli Mikey er úr San Jose í Kalifornia, men seinastu árini hevur hann spælt college-fótbólt eftir skipanini har. Tað er úr Pennstate College í Pennsylvania hann eisini fluttu, nú hann kom til 07 Vestur.

Mikey er framrættaður spælari, sum bæði leggur upp til mál og skorar sjálvur. Umframt at verða eina av eyðmerktastu spælarunum í kappingini fyri Pennstate, varð hann eisini liðskipari á liðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder