Ítróttur

07 Vestur fyrireikar seg til kappingina - filmsbrot

...

2015-01-10 18:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Felagsliðið í Vágum 07 Vestur hevur nú vant úti í eina viku, liðið byrjaði at venja úti tann 3. januar. Í filmsbrotinum, sum Fróði Heri Poulsen hevur gjørt, greiður venjarin Hegga Samuelsen eitt sindur frá, um hvussu tað sær út til kappingarbyrjan. 

- Vit byrjaðu at venja úti tann 3. januar, vit venja 4 til 5 ferðir um vikuna, sigur Hegga. Fyrsti dystur hjá 07 Vestur verður tann 8. mars.

- Flestu av okkara spælarnum hava vant 2 til 3 ferðir styrki og 2 ferðir innandura fótbólt um vikuna í vetur.

- Vit hava stórt sæð tann sama hópin í ár, sum í fjør, vit hava tó fingið Holgar aftur úr Skála, og so er Magni eisini komin úr MB. Vit hava 8 venjingardystir á skránni, flestu teirra eru móti liðum úr EFFO-deildini, har ætla vit at allir spælarnir skulu fáa kjansin at royna seg.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder